|

Janus á Húsagarði
Føddur 13 desembur 1975
Janus er sjálvlærdur listamaður. Hann hevur teknað og málað líka síðan hann dugdi at grulva. Hann hevur havt smærri framsýningar í Føroyum og havt myndir við á Ólavsøkuframsýning nakrar ferðir. Vælumtóktu plakatirnar, sum Janus hevur teknað, fáast um alt landið á kunningarstovum, gistingarhúsum o.s.fr. Janus gav í 2008 barnabókina “Ferðin hjá Mosamollis” út. Umframt hetta hevur hann í nógv ár teknað myndir til “Mín Jólabók“ og teknað aðrar barnabøkur í samstarvi við høvundar. Ígjøgnum árini hevur Janus eisini teknað nakrar fløguhúsar. |
|